Norðurlendsk ungdómslega í Hoyvík

Komandi vikuna verður norðurlendsk ungdómslega í Havn. Hetta er ein ítróttarlega fyri ung við tarni av ymsum slag. Setanin verður leygardagin í Hoyvíkar skúla, og hon er opin fyri almenninginum

Nógv ítróttarligt virksemi er innan ÍSB fyri tíðina. Mánadagin komu teir níggju luttakararnir aftur frá Special Olympics í Dublin, og komandi vikuna verður ein norðurlendsk ungdómslega hildin í Føroyum.
Fleiri enn sjeyti luttakarar úr Svøríki, Noregi, Danmark, Føroyum og Íslandi eru við á leguni, og teir skulu búgva í Hoyvíkar skúla. Allir leguluttakararnir hava okkurt tarn. Tey eru menningartarnað, rørslutarnað, blind ella sjónveik. Eingir leguluttakarar eru úr Grønlandi og Finnlandi, tí tey mettu, at kostnaðurin var ov høgur.
Leygardagin klokkan 14 verður legan sett. Setanin verður í samkomuhøllini í Hoyvíkar skúla, og hon er opin fyri almenninginum. Brandur Enni fer at syngja til setanina.
? Endamálið við eini slíkari legu er at knýta vinarbond og at styrkja tað norðurlendska samstarvið. Hetta verður gjørt við at íðka ítrótt saman, sigur Elna Skylv Hansen, ítróttarráðgevi hjá ÍSB.

Venjingar og kappingar
Leguluttakararnir úr teimum ymsu londunum fara at venja saman, og síðani verður skipað fyri kappingum móti endanum av leguni.
Fýra ítróttargreinar eru á skránni. Í ítróttarhøllini í Hoyvík verður spælt boccia, í Eysturskúlanum venja tey borðtennis, úti á Frælsinum venja tey frælsan ítrótt og í svimjihøllini í Gundadali og í Eysturskúlanum fara leguluttakararnir at svimja.
Mikudagin kl. 15.30 verður so skipað fyri svimjikapping í høllini í Gundadali. Hon er eisini opin fyri almenninginum, og øll eru vælkomin at hyggja.
Hósmorgunin klokkan 9 verður so kapping í hinum trimum ítróttargreinunum. Tey, sum hava íðkað frælsan ítrótt, fara inn á Svangaskarð at kappast á breytini har inni. Í Eysturskúlanum verður borðtenniskapping, og í hoyvíkshøllini verður boccia.

Annan ítrótt
Eisini sleppa luttakararnir at íðka annan ítrótt, so at tað ikki gerst ov einstáttað við tí sama ítróttinum hvønn dag.
Skipað verður soleiðis fyri, at tey eisini sleppa at rógva í føroyskum báti, gera judo, rýtmiskan fimleik. Hesar ítróttargreinar vera seinnapartar.
Hendan norðurlendska venjingarlegan er annaðhvørt ár, og seinast hon var í Føroyum var fyri fjúrtan árum síðani í 1989.