Norðurlendsk strandamentan á skrá í Vági

Jóansøkan er ikki meiri enn farin aftur um, og eitt stórt tiltak er aftur á skránni í Vági komandi vikuskifti, tá Nordisk Kystkultur Festival 2016 verður hildin í Vági. Ein fjølbroytt skrá er fyri dagarnar og byrjar skráin longu mikudagin, tá ymiskar útferðir eru á skránni.

 

Skráin fevnir annars um eina røð av mentanartiltøkum, frá framsýningum og fyrilestrum, til konsertir og filmsvísingar. Livandi verkstøð verða á keiini í Vági í teltum, sum verða sett upp til endamálið. Eisini verða tónleikaframførslur og konsertir, og ikki minst bryggjudansur leygarkvøldið.

 

Nordisk Kystkultur Festival 2016 byrjar mikudagin, men norðurlendska strandamentanarstevnan verður formliga sett fríggjadagin kl. 19.30 av Aksel V. Johannesen, løgmanni.

 

Stevnan varð fyrstu ferð hildin í 2011 – í Húsavík í Íslandi. Í 2012 var hon í Ebeltoft í Danmark, í 2013 í Landskrona í Svøríki, í 2014 í Oslo, og í 2015 var hon í Álandi.

 

Sluppin Johanna úr Vági hevur verið við á flestu av hesum stevnum, og hon man gera sítt til, at skipini hesa ferð hittast í Føroyum.

 

Útlendsku og føroysku regattaskipini møtast í Nólsoyarfirði hósdagin 7. juli. So verður farið á Havnina og lagt at bryggju undir Müllers- og Skeivapakkhúsi. Fríggjamorgunin 8. juli siglir skipaflotin suður til Vágs, har ymist verður á skránni alt vikuskiftið.