Norðurlendsk stafettframsýning í Odense

Á framsýningini Nordisk GrafikStafet 1999 taka 65 listafólk úr trettan londum lut, harav fimm úr Føroyum. Grafikkur er annað og meiri enn ein lítil mynd í eini bók frá aldamótinum

Turið Kjølbro


Týsdagin í farnu viku læt stóra norðurlendska framsýningin Nordisk GrafikStafet 1999 upp í Odense. Henda stóra norðurlendska framsýningin sýnir fram tað seinasta nýggja frá grafiskum verkstøðum í Onglandi, Írlandi, Skotlandi, Grønlandi, Føroyum, Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Estlandi, Letlandi, Litava og Danmark.

Ikki minni enn 320 ymisk verk hjá 65 listafólkum úr trettan londum eru at síggja á framsýningini. Dygdin er tann besta. Grafisku verkstøðini í Norðurlondum hava sent teirra bestu umboð. Fimm føroyingar eru við. Teir eru Zacharias Heinesen, Bárður Jákupsson, Amariel Norðoy, Marius Olsen og Torbjørn Olsen.

Framsýningin er á trimum støðum. Á Danmarks Grafiske Museum, sum er á Brandts Klæðiverkstaði í Odense, í framsýningarbygninginum fyri Kunst og Design, Filosofgangen 30 í Odense, og á Fyns Grafiske Værksted í Hans Jensens Stræde. Allur Odense býur verður prýddur í sambandi við hesa stóru framsýningina. Býbussarnir og hýruvognsbilarnir eru skrýddir við grafikki í vónini um, at møta nýggjum eygum og við endamálinum at fáa fólk at steðga á fyri at hugsa seg um eina løtu mitt í larminum og osinum. Tey seks verkini, ið eru at síggja á teim 150 býbussunum og 115 hýruvognunum eru á síggja í upprunaligum líki á framsýningini á Grafiska Verkstaðnum.

Framsýningin verður at síggja fram til 18. juli.