Norðurlendsk realisma

Herfyri kom árliga tíðarritið Nordisk Litteratur, sum verður ritstjórnað av Jógvan Isaksen. Nordisk Litteratur 2005 er skipað í tveir partar. Tann fyrri umfatar ummælir av øllum verkunum, sum vórðu innstillað til Norðurlanda Bókmentavirðislønina í ár. Eygnamørk eftir Tórodd Poulsen verður ummæld av Jórunn Sigurðardóttir, sum meinar, at yrkingasavnið er tað besta hjá Tóroddi higartil. "Savnið er heilskapað, men yrkingin er enn ávegis - nakað, sum ger savnið áhugavert og marglitt, men ikki so fyndugt.", verður millum annað sagt.
Seinni parturin av tíðarritinum viðgerð hesuferð endurføðingina av realismuni í norðurlendskum bókmentum. Greinarnar spenna vítt og viðgera alt frá Herman Bang til sjálvævisøguna hjá dýnukonginum Lars Larsen.
Í hesum partinum av ritinum umrøður Kim Simonsen føroyska realismu í greinini "Litterær realisme og vitalisme i færøsk litteratur". Fyri tey, ið eru kunnug við metingarnar hjá Kim av føroyskum bókmentum, er ikki so nógv nýtt at frætta í greinini. Í eini heldur provokerandi niðurstøðu grunar Kim, um tað í veruleikanum eru danir (Krasilnikoff og Nebelong), sum eru teir størstu føroysku samtíðarrealistarnir. Um so er, kundi ein her ynskt onkrar uppfylgjandi tankar um, hvør munurin millum eina føroyska og eina danska føroyska samtíðarskaldsøgu so kann hugsast at vera.
Nordisk Litteratur 2005 fæst hjá Nordisk Ministerråd me@norden.org og kann eisini takast niður á
www.nordic-literature.org