Norðurlendingar steðgaðu Messi

Martin Ødegaard og Alexander Isak hava báðir verið á Tórsvølli í ár

FC Barcelona spældi í dag javnleik 2-2 í baskaralandinum móti Real Sociedad. Millum spælararnir, ið tryggjaðu heimaliðnum stig móti Lionel Messi og FC Barcelona, vóru tveir mans, sum hava spælt á Tórsvølli fyrr í ár.

Norska stjørnuskotið, Martin Ødegaard, spældi á miðjuni hjá Real Sociedad, har hann av álvara er við at finna stevið. Frammi í álopinum skoraði svenski áleyparin, Alexander Isak. Hann skoraði tvær ferðir á Tórsvølli í 4-0 sigrinum í EM-undankappingarlandsdystinum móti Føroyum. Í dag skoraði hann málið til 2-2.

##med2## 

Mikel Oyarzabal legði heimaliðið á odda, áðrenn Antoine Griezmann javnaði fyri FC Barcelona. Síðani legði Luis Suarez gestirnar á odda í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist Real Sociedad vinna sær eitt stig við norðurlendskari hjálp.

Martin Ødegaard er útleigaður frá Real Madrid. Mikukvøldið verður útsetti landskappingardysturin millum FC Barcelona og Real Madrid.