Norðurlendsk summarstevna
Í summar verður Tvøroyri karmur um eina stóra, norðurlendska stevnu.
Hetta er ein róðrar- og mentanarstevna, sum verður beint eftir Ólavsøku í døgunum 8. til 11. august.
Tá fara fólk úr fleiri norðurlondum at savnast á Tvøroyri til kappróður og ymisk mentanarlig tiltøk.
Beint fyri jól samtykti Tvøroyrar Býráð at seta 100.000 krónur av á fíggjarætlanini fyri í ár at stuðla tiltakinum við.
Og tað er onki at ivast í, at stuðulin verður kærkomin, tí higartil hava útvið 200 fólk úr ymsum norðurlondum boðað frá luttøku á stevnuni, sum hevur fingið heitið ?Nordisk ro- og kulturtræf?
Tað er Ólavur á Heygum sum eigur hugskotið til stevnuna.
Upprunaliga endamálið við stevnuni er at vísa tann føroyska bátin fram, tí høvustátturin á stevnuni verður kappróður ímillum føroyskar bátar úr ymsum londum.
Tað eru nevniliga ymsastaðni í norðurlondum, at feløg og einstaklingar hava áhuga fyri okkara serstaka bátaslagi og føroyskir bátar eru bæði í Danmark, Noregi, Svøríki og aðrastaðni við. Eitt nú vita vit um eitt felag stutt frá Gøteborg, sum eigur fýra ella fimm fimmannafør.
Eftir, hvat skilst, eru tað bæði finnlendingar, danir, norðmenn, íslendingar, sviar og grønlendingar, sum koma á Tvøroyri hendan dagin.
Tað eru hesir bátar, sum ætlanin er at savna á Tvørafirði hetta drúgva vikuskiftið í august at rógva kapp.
Hugkotið hjá Ólavi á Heygum er, at skapa størri áhuga í øðrum londum fyri føroyska bátinum og hann setti seg tí í samband við kappróðrarfelagið á Tvøroyri og spurdi um tað helt at tað var eitt hugskot at skipa fyri eini tílíkari stevnu.
Hesum tók kappróðrarfelagið á Tvøroyri undir við tiltakinum og síðani í fjør hevur verið arbeitt við at fyrireika stevnuna.
Eydnast tiltakið væl, kann hetta gerast eitt afturvendandi tiltak og tískil kann ein tílík stevna verða fyriskipað onkra aðrastaðni næstu ferð.
Hesar stevnurnar kunnu sostatt eisini gerast eitt høvi hjá føroyskum kappróðrarfólki til at fara uttanlands at vísa tann føroyska bátin fram.
Skráin er ikki heilt klár enn, men umframt kappróðurin við føroyskum bátum, er eisini ætlanin at hava framsýning við útlendskum bátum og grønlendskum kajakkum.
Tað tykist tó greitt, at kappróðurin verður leygardagin 10. august.
Men umframt kappróður, er eisini ætlanin at hava onnur, mentanarlig tiltøk á skránni og sjálvsagt verður eisini Naddoddur vístur fram og umframt róðrarfelagið eru eisini forminnisfelagið á Tvøroyri og Suðuroyar Kunningarstova við í fyrireikingunum.