Í einari nýggjari frágreiðing sæst, at Norðurlond eru millum tey fremstu, tá tað ræður um at hjálpa teimum fátæku í heiminum.
Frágreiðingin vísir kortini, at Niðurlond lata mest samanborið við bruttotjóðarframleiðsluna, men tey næstu londini á listanum eru Danmark, Svøríki, Noreg, Ný Sæland og Avstralia. Tey londini, sum lata lutfalsliga minst, eru Italia, Grikkaland og Japan.
Í frágreiðingini verður sagt, at stuðulin er ikki einans mettur út frá bruttotjóðarframleiðsluni hjá gevaralondunum, men eisini eftir, hvat kemur burturúr. Tey, sum hava skrivað frágreiðingina, siga, at tey seinu árini hava tey fátæku fingið munandi meiri burtur úr stuðlinum enn fyrr.