Norðurlandaráðið á vitjan á Glasi

Miðbólkurin í Norðurlandaráðnum vitjar í hesum døgum í Føroyum.

 

Umframt innanhýsis fundarvirksemi og viðgerð av málum, sum eru fyri í Norðurlandaráðnum, hava tey vitja ymsa staðni í miðstaðarøkinum.

 

Í dag vóru tey á vitjan á Glasi, har stjórin vísti teimum runt á skúlanum. Tey hava eisini vitjað í Landsstýrinum og løgtinginum, har tey fingu eina frágreiðing um føroysku sjálvstýristilgongdina.

 

Norðurlandaráðið hevur vitjað í Kirkjubø og hevur eisini vitjað á Arbeiðsloysisskipanini, har greitt bleiv frá, hvussu vit í Føroyum royna at fáa fólk aftur í arbeiði.

 

Miðbólkurin eru limirnir í Norðurlandaráðnum, sum koma úr ymisku politisku flokkunum nærindis miðjuni á høgra-vinstra ásini. Talan er millum annað um Vinstra í Danmark og Noregi, Miðflokkarnar í Íslandi, Finlandi og Noregi, grønu flokkarnar og Viðreisn í Íslandi. Miðflokkurin og Framsókn eru eisini partar av Miðbólkinum.