Norðurlandaráðið hjálpa móti fráflyting

Norðurlond eiga at savna sínar royndir, og leggja eina felags strategi fyri at steðga fráflyting, serliga av kvinnum.

Tað halda Høgni Hoydal og Bjørt Samuelsen, sum eru umboð og varaumboð í Norðurlandaráðnum. Við ársenda í fjør løgdu tey tí fyri Norðurlandaráðið eitt uppskot um felags norðurlendsk átøk fyri at venda fráflyting til tilflyting. Uppskotið kemur nú til viðgerðar í Medborger- og Forbrugerudvalget, í sambandi við Norðurlandaráðsfund í Stokkhólmi í hesi vikuni.

Í uppskotinum vísa tingfólkini á, at fráflyting og miðsavnan er ein stórur trupulleiki í fleiri pørtum av Norðurlondum.

Nógv hagtøl eru savnað, og granskað er í ríkiligan mun í orsøkunum til fráflyting, miðsavnan og trupulleikunum við, at ávís øki verða skeiklaði í fólkasamansetingini. Tíðin er búgvin at umseta hesa vælkvalifiseraðu vitan, sum er savnað í norðurlendskum høpi, til felags politisk átøk, sum kunnu venda gongdini. Og har Norðurlondini kunnu brúka royndir hvør hjá øðrum.

Hóast fólkatalið minkar í fleiri pørtum av teimum ymsu norðurlondunum, so hava øll londini, samlað sæð, útlit til fólkavøkstur í framtíðini – Føroyar tó undantikið. Kortini eru trupulleikarnir sera meinlíkir fyri Føroyar og tey økini, har fólkatalið minkar: Fráflytingin er størri enn tilflytingin, burðaravlopið minkar og tað eru serliga eru kvinnurnar, sum flyta og ikki hava hug at venda aftur.

Í uppskotinum, sum er lagt fyri Norðurlandaráðið, er tí serligur dentur lagdur á kvinnurnar. Í uppskotinum verður millum annað mælt til, at Norðurlandaráðið heitir á stjórnirnar í Norðurlondum um:

- At orða og leggja fram ein miðvísa ætlan fyri at steðga fráflytingini og skapa vøkstur í økjum, har fólkatalið minkar

- At heildarætlanin fevnir um ítøkilig uppskot til, hvussu fleiri kvinnuarbeiðspláss verða fingin til vega

- At heildarætlanin fevnir um bøttar møguleikar hjá kvinnum at stovnseta egna fyritøku

- At heildarætlanin fevnir um útbúgvingarmøguleikar fyri kvinnur, eisini fjarundirvísing og vaksnamannaútbúgving

Og at stjórnirnar í sínum fíggjarlógum seta pening av, so hesar felagsætlanir kunnu setast í verk.

Uppskotssetararnir fegnast um, at uppskotið kemur til viðgerðar samstundis sum vit her heima viðgera tiltøk av venda gongdini.

Uppskotið kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER