Fyri nøkrum mánaðum síðani frættist, at Norðurlandahúsið fór at taka festivalarnar, sum hava verið har tey seinnu árini, av skránni. Nú hevur stýrið fyri tað nýggja tiltakið, Listastevnu Føroya, stungið út í kortið, hvat føroyingar kunnu vænta sær av mentanartiltøkum í næsta ár.
Listastevnan verður í døgunum 8.-19. august, og har verða nógv ymisk tiltøk á skránni.
- Vit hava lagt okkum eftir at hava eitt so breitt úrval av mentanarligum tiltøkum sum gjørligt, fyri at øll kunnu velja okkurt, sum hevur teirra áhuga, sigur Helga Hjørvar, stjóri Norðurlandahúsinum og formaður í stýrinum fyri Listastevnuna.
Hini í stýrinum eru Birgir Kruse, næstformaður, sum umboð fyri Tórshavnar Býráð. Carl Johan Jensen og Jórum í Dali umboða umboðsráðið, sum er eitt samtak millum fleiri ymisk feløg fyri listafólk. Oddvá Nattestad er samskipari av tiltakinum.
Stór nøvn
Tað hevur eydnast stýrinum at lokka nøkur kend nøvn í norðurlendskum høpi við á stevnuna.
- Vit hava lagt dent á at hava nakrar stórar tónleika- og sjónleikaframførslur við á stevnuni, sigur Helga.
Folkoperan í Stockholm skal framføra La Traviata eftir Giuseppe Verdi. Umleið 80 solistar eru við at framføra søguna um kameliudamuna hjá Dumas.
Sirkus verður eisini at síggja. "Tað ósjónliga sirkussið" verður framført at Victoriu Chaplin, dóttir Charlie Chaplin, og manni hennara, sum er víðagitin klovnur. Henda framførsla hevur verið í øllum hinum norðurlendsku høvuðsstøðunum, og nú kemur hon so til Føroyar.
Hesar eru bara tvær av teimum størstu og kanska mest spennandi framførslunum. Umframt tær verða fleiri aðrar og øðrvísi framførslur.
Føroysk luttøka
Føroysk listafólk fara eisini at seta dám á Listastevnuna. Rúni Brattaberg fer saman við Ólafur Kjartan Sigurðarsson at framføra Jesus og Makedonarin. Arbeitt verður við at hava eina konsert við fólkatónleikarum, har Kári P fer at luttaka. Gríma fer at framføra leikin hjá Jóannesi Nielsen, "Eitur nakað land weekend?"
Harumframt verður ein stuttsøgukapping og ein fotokapping, har føroyingar hava møguleika at taka lut. Føroyskir grafikarar sleppa eisini uppí part, og teir hava framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Veitslulag
Á skránni fyri Listastevnuna eru sekstan ymisk tiltøk. Hetta kann tykjast nakað nógv, tí Listastevnan er bara í ellivu dagar, men hesum er Helga ikki samd í.
- Vit fara royna at fáa ein veitsluróm í býnum og millum luttakararnar á Listastevnuni. Úrvalið er so breitt, at øll kunnu velja okkurt, sum hevur teirra áhuga, sigur Helga.
Farið verður undir at selja atgongumerki langt áðrenn, og fólk kunnu kanska vænta sær at lata eitt sindur meira fyri at sleppa inn, tí tað er dýrt at fáa so nógv fólk hendavegin.
Arbeitt verður við at fáa fleiri stuðlar til tiltakið. Býráðið hevur latið 200.000 krónur til stevnuna, meðan Norðurlandahúsið hevur latið 800.000 krónur, men tørvur verður kanska á fleiri pengum.
Talan hevur verið um at fáa eitt veruliga heimsgitið navn til Føroyar sum U2, Bob Dylan ella Pavarotti, men tað verður ikki hesuferð. Arbeitt verður tó framvegis við málinum.