Norðurlandahúsið í Reykjavík 30 ár

Hátíðarhald verður í Reykjavík í døgunum 22. til 24. august

Í ár eru liðin 30 ár síðan Norðurlandahúsið í Reykjavík lat dyrnar upp á fyrsta sinnið.

Í hesum sambandi verður stórt hátíðarhald í Reykjavík vikuskiftið 22- 24 august í ár.

Høvuðsendamálið við Norðurlandahúsinum í Reykjavík var at styrkja bondini millum Ísland og hini norðurlondini.

Og sigast má, at hetta hevur eydnast væl.

Húsið hevur líka frá byrjan haft eina serstøðu í íslendskum mentunnarlívið.

Men húsið virkar eisini, sum kunningarmiðstøð og sosialt samlingspunkt í Reykjavík, bæði í gerandislívinum og til veitslur.

Norðurlandahúsið í Reykjavík liggur sera væl fyri. Stutt frá miðbýnun og nærmasti grannin er Íslendska Universiteti.


Sera nógvar vitjanir

Húsið verður, sum fyrr nevnt, nógv brúkt.

Hvørt ár hevur Norðurlandahúsið í Reykjavík umleið 100 túsund vitjandi.

Kaffistovan er tann, sum hevur flestu gestirnar.

Har liggja tey fleiri enn 30 dagbløðini, sum húsið fær úr hinum norðanlondunum, og nógv av teimum, sum vitja húsið, koma har bert við einum endamálið, nevniliga at lesa bløðini, og frætta tíðindi úr hinum Norðurlondunum.