Norðurlandadagur í dag

23. mars er Norðurlandadagur.

Í dag er 23. mars.

 

Hetta sigur kanska ikki øllum nakað, men í dag er Norðurlandadagur.

 

 

Í dag verður vinalag og samstarv millum Norðurlond hátíðarhildið.  Samstundis minnast vit Helsingforsavtaluna, norðurlendsku grundlógina frá 1962.

 

 

Óivað er ymiskt, hvat verður gjørt burturúr degnum, men nevnast kann, at Norrønafelagið í Føroyum hevur aðalfund sín í kvøld klokkan 19 í Norðurlandahúsinum, og neyvan er dagurin í dag valdur av tilvild.