Norðurkoreanskar kanónir hava skotið ímóti suðurkoreonsku oynni Yeonpyong. Tað sigur ein suðurkoreanskur embætismaður, sum leggur afturat, at helst er skjótingin lið í einari norðurkoreanskari herflotavenjing.
Ein talsmaður hjá suðurkoreanska verjumálaráðnum sigur við tíðindastovurnar, at ein granat brast á sjónum nærhendis Yeonpyeong, men hann dugdi ikki at siga, um granatin kom inn um markið við oynna.
Tíðindastovan Yonhap skrivar, at suðurkoreanar svaraðu aftur við nøkrum kanónskotum.










