Okkurt bendir á, at ein linni er á veg millum tey bæði koreonsku londini. Í hvussu er hevur suðurkoreanska stjórnin fingið eitt tilboð úr Norðurkorea um, at teir hernaðarligu leiðararnir hjá pørtunum skulu hittast at tosa um støðuna.
Norðurkoreanska tilboðið kom í gjár, og eygleiðarar hefta seg við, at tað kom eitt samdøgur eftir, at amerikanski forsetin, Barack Obama, og kinesiski forsetin, Hu Jintao, høvdu mælt Norðurkorea til at sleppa kjarnorkuverkætlanini og at velja samráðingarleiðina ístaðin fyri.
Suðurkorea hevur sagt seg vera til reiðar at samráðast við Norðurkorea, men tó við teirri treyt, at Norðurkorea vil tosa um ávísar tilburðir í fjør. Millum annað við Suðurkorea hava upplýsingar um tilburðin, tá eitt suðurkoreanskt herskip bleiv søkt í mars. 46 mans doyðu. Sambært keldum í Suðurkorea er Norðurkorea gingið við til at tosa um hetta.
USA og Kina eru partar í samráðingunum um ta noðrurkoreonsku kjarnorkuverkætlanina, men bæði londini hava sagt, at tey taka ikki samráðingarnar uppaftur, fyrr enn Norðurkorea og Suðurkorea eru farin til samráðingarborðið.