Norðurkorea ávarar Suðurkorea

Norðurkorea er í øðini um, at Suðurkorea og USA eru farin undir eina felags hernaðarvenjing, sum skal halda fram líka til tann 19. mars.

Almenna norðurkoreanska tíðindastovan KCNA skrivar, at landsins leiðari, Kim Jong-un (myndin), hevur verið og vitjað ta herdeildina, sum søkti at suðurkoreonsku oynni Yeonpyeong í 2010. Har helt hann røðu fyri hermonnunum og kom við einari beinleiðis ávaring til grannalandið.

-Hann gav hermonnunum boð um at svara harðliga aftur, um fíggindin kemur so mikið sum 0,001 millimetur inn í okkara sjóøki, skrivar KCNA.

Viðurskiftini millum tey bæði grannalondini hava verið spent í mong ár og serstakliga síðani í mars í 2010, tá Suðurkorea ákærdi grannalandið fyri at hava søkt eitt suðurkoreanskt herskip. 46 menn lótu lív.