Norðurkorea vísir fyrsta vesturlendska filmin

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur norðurkoreanskt sjónvarp víst ein vesturlendskan film, men hann var ógvuliga seinkaður og ógvuliga sensureraður. Um jólini fingu norðurkoreanskir sjónvarpshyggjarar eina óvanliga uppliving: Fyri fyrstu ferð vísti norðurkoreanskt sjónvarp ein vesturlendskan film.

Talan var um enska filmin »Bend It Like Beckham«, ið snýr seg um tvær ungar enskar gentur, sum eru villar í fótbólti og gera alt, fyri at skapa sær eina professionella karrieru.

Onnur av gentunum kemur frá einari sikhfamilju, sum hevur heilt aðrar tankar um, hvat ein ung sikhgenta eigur at gera. Uppreistur hennara merkir plakatir av David Beckham í kamarinum og einum fokuseraðum innsatsi fyri gentuliðið á staðnum ? nakað, sum gerst miðdepilin í skemtifilminum.

Men eisini evni sum homoseksualitetur og trúgv verða tikin upp í filminum, eins og áhugin hjá gentunum fyri venjara teirra verður lýstur í Bend It Like Beckham.

Alt hetta hevur helst verið viðvirkandi til, at norðurkoreansku sjónvarpshyggjararnir fingu ein skerdan film at síggja. Sendingin vardi bert ein tíma, tí heilir 52 minuttir vóru skornir burtur av tjóðar sjónvarpinum.

Filmurin var eisini nógv seinkaður, hann hevði frumsýning í 2002. Filmurin gjørdist avbera vælumtóktur og fekk fleiri prísir, ikki minst takkað verið báðum høvuðsleikarunum, Keira Knightley og Parminder Nagra, skrivar Politiken.