Norðurkorea sinnað at samráðast

Fyrrverandi amerikanski forsetin Jimmy Carter sigur, at Norðurkorea er sinnað at taka samráðingarnar um landsins kjarnorkuverkætlan uppaftur. Tað skrivar tann almenna norðurkoreanska tíðindastovan KCNA.

Jimmy Carter kom til Norðurkorea mikudagin. Ørindini vóru at fáa ein amerikanskan fanga latnan leysan, og tað eydnaðist honum.

Í Pyongyang hitti Jimmy Carter norðurkoreanska varaleiðaran, Kim Yong Nam, og sambært KCNA greiddi hann Carter frá, at Norðurkorea er til reiðar at taka kjarnorkusamráðingarnar uppaftur.

Í apríl í fjør tók Norðurkorea seg burtur úr kjarnorkusamráðingunum við Suðurkorea, Japan, Russland, Kina og USA.