Norðurkorea selt gull í Kina

Myndugleikarnir í Norðurkorea hava selt tvey tons av gulli í Kina fyri at útvega pening til rakettroyndir og til at hátíðarhalda føðingardagin hjá landsins fyrsta leiðara, Kim Il-Sung.

Sagt verður, at norðurkoreanska gjaldoyragoymslan er nógv minkað, síðani suðurkoreanar góvust at keypa vørur haðani fyri tveimum árum síðani, eftir at norðurkoreanar høvdu søkt eitt suðurkoreanskt herskip.

Suðurkoreanskir fjølmiðlar siga, at myndugleikarnir í Norðurkorea hava selt ymsar lutir úr gulli, sum tað almenna átti,, Harumframt hava teir selt ymiskt, sum fólk hava latið teimum. Sambært fjølmiðlunum lótu kinesarar 100 milliónir dollarar fyri gullið.