Hóast altjóða mótmæli royndi Norðurkorea eina langtberandi rakett stutt eftir midnátt í gjárkvøldið.
Stýrið í Norðurkorea sigur, at rakettin skal seta ein veðurfylgisvein í ringrás um jørðina, men tað eru tey fáu, sum hava álit á hesari frágreiðingini. Tey flestu londini halda, at Norðurkorea er í ferð við at menna tøkni til eina langtberandi rakett, sum kann raka mál í eitt nú USA.
Royndin í nátt hevur longu fingið fleiri til at mótmæla. Suðurkorea vil hava ST-trygdarráðið saman alt fyri eitt at viðgera málið, og tað ljóðar, at ráðið longu hevur fingið fundarboð.
Fyri nøkrum døgum síðani ávaraðu USA og ES Norðurkorea ímóti at gera royndina, og tey hóttu við nýggjum tiltøkum ímóti landinum, um rakettroyndin bleiv framd í verki. Russland hevur eisini ávarað Norðurkorea ímóti at royna rakettina.
Norðurkorea royndi eina langtberandi rakett í apríl, men tann royndin miseydnaðist.










