Norðurkorea roynt fleiri rakettir

Sambært suðurkoreonsku tíðindastovuni hevur Norðurkorea roynt fleiri stuttberandi rakettir í dag Í gjár frættist, at Norðurkorea hevði rent fleiri suðurkoreanskar ráðgevar av landinum, og í morgun siga tíðindini, at landið hevur roynt fleiri stuttberandi rakettir.

Rakettirnar vórðu royndar einastaðni við vesturstrondina, siga suðurkoreonsku fjølmiðlarnir.

Eygleiðarar siga, at tann nýggja stjórnin í Suðurkorea er ikki so vinarliga sinnað mótvegis grannalandinum sum undanfarna stjórnin. Tað, sum nú hendir, kann tí vera ein avleiðing av tí, siga eygleiðararnir.