Okkurt bendir á, at Norðurkorea er farið at nærkast teimum, sum vilja hava landið til samráðingarborðið at viðgera tess kjarnorkuverkætlan. Í síðstu viku var ein týðandi kinesiskur embætismaður í Norðurkorea og tosaði við leiðaran, Kim Jong-il, og nú hevur norðurkoreanska stýrið sent sín samráðingarleiðara til Beijing.
Eygleiðarar siga við Reuters, at fundarvirksemið er helst eitt tekin um, at tann norðurkoreanska leiðslan fyrireikar seg til at taka samráðingarnar um kjarnorkuverkætlanina uppaftur.
Tær slitnaðu fyri einum ári síðani.










