Norðurkorea koyrir ST-eftirlitsmenn av landinum

Norðurkorea tekur seg burtur úr samráðingunum um landsins kjarnorkuætlanir og vil ikki loyva ST-eftirlitsmonnum at kanna kjarnorkustøðirnar Norðurkoreanska stigið er ein avleiðing av, at ST-trygdarráðið einmælt fordømdi ta seinastu norðurkoreonsku rakettroyndina, tí hon var brot á eitt ST-forboð.

Í gjár kunngjørdi almenna tíðindastovan KCNA, at Norðurkorea vil ikki halda fram við samáðingunum við Suðurkorea, Japan, Kina, Russland og USA um landsins kjarnorkuætlanir, og nú hevur Altjóða Kjarnorkustovnurin fingið boð um at taka síni eftirlitsfólk úr landinum sum skjótast.

Í Washington sigur talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Robert Gibbs, at Norðurkorea má halda altjóða samtyktir og reglur og virða viljan hjá altjóða samfelagnum.