Norðurkorea kjarnorkubumbu um eitt ár

Fyrrverandi amerikanski verjuovastin William Perry heldur, at Norðurkorea er komið so væl áleiðis við sínari kjarnorkuverkætlan, at landið er ført fyri at gera sína fyrstu kjarnorkubumbu næsta ár, og at tað síðani kann gera eina kjarnorkubumbu afturat um árið.

Í samrøðu við japanska blaðið Nikkei sigur Perry, sum var verjuovasti hjá Bill Clinton, forseta, at hann hevur tosað við vísindamannin Siegfried Hecker, sum fyri stuttum var í Norðurkorea og vitjaði nakrar kjarnorkustøðir har.

-Eg byggi mín meting á tað, sum hann hevur sagt, sigur William Perry við japanska blaðið.

Fyrrverandi verjuovastin heldur, at upplýsingarnar um kjarnorkuútbúnaðin í Norðurkorea eiga at fáa ávaringarlampurnar at lýsa. Eftir hansara tykki er støðan so mikið álvarssom, at USA eigur at umhugsa at endurskoða sín politikk mótvegis Norðurkorea.

Hann heldur eisini, at USA eigur at arbeiða meiri saman við Suðurkorea og Japan, tá tað snýr seg um Norðurkorea, og at amerikanska stjórnin eigur at tilnevna eitt serligt Norðurkorea-samráðingarumboð. Sum møgulig evni nevnir hann fyrrverandi uttanríkisráðharran Madeleine Albright og fyrrverandi senatorin Sam Nunn.