Norðurkorea hóttir við kjarnorkukríggi

Norðurkoreanska stjórnin kunngjørdi í morgun, at landið er til reiðar at byrja eitt kjarnorkukríggj við USA og Suðurkorea, tá og um tað gerst neyðugt. Kunngerðin kemur, júst sum USA og Suðurkorea hava eina felags herflotavenjing í Japanska Havinum.

Norðurkorea endurtekur samstundis, at tað vóru ikki norðurkoreanar, sum søktu suðurkoreanska herskipið Cheonan í vár.

USA hevur longu svarað Norðurkorea.

-Vit hava ongan áhuga í einum orðkríggi við Norðurkorea. Okkum tørvar færri øsandi fráboðanir og fleiri tiltøk, ið kunnu bera ávøkstur, sigur talsmaðurin fyri amerikanska uttanríkisráðið, P.J. Crowley.

Amerikanska stjórnin kunngjørdi í vikuni, at landið fer at seta fleiri tiltøk í verk ímóti Norðurkorea. Sagt varð, at tiltøkini skulu ikki raka tann vanliga norðurkoreanan, men tann partin av fólkinum, sum livir í marglæti.