Norðurkorea hóttir við at leggja Suðurkorea í oyði

Stýrið í Norðurkorea hóttirm við at leggja grannalandið í oyði, um tað ikki leggur á annan politiskan bóigv

- Suðurkoreonsku huppaskjúrtini eiga at hava í huga, at eitt væl fyriskipað fyribyrgingarálop frá okkum fer ikki bara at festa eldf í landið, men at leggja tað í oyði, stendur at lesa í einum tíðindaskrivi frá norðurkoreonsku herleiðsluni, sum bleiv almannakunngjørt í morgun.

Sambært tíðindaskrivinum vilja vilja norðurkoreanar vera við, at stjórnin í Suðurkorea spillir norðurkoreonsku leiðsluna út.

- Okkara álop verður við vápnum, sum eru uppaftur sterkari enn kjarnorkuvápn. Aftan á sigurin kunnu vit stýra einum óheftum og sameindum landi, stendur í tíðindaskrivinum frá norðurkoreanska herinum.