Norðurkorea hóttir nú við at søkja at amerikonskum herstøðum á japonsku oynni Okinawa og á kyrrahavsoynni Guam. Ein talsmaður fyri hermegina sigur sambært almennu tíðindastovuni KCNA, at landið fer at leypa á flota- og flogstøðirnar á oyggjunum, um USA heldur fram við sínum hernaðarvenjingum saman við Suðurkorea.
-Amerikanararnir mugu ikki gloyma, at okkara beinraknu vápn kunnu raka Andersen-flogstøðina á Guam og herflotastøðirnar á Okinawa, sigur talsmaðurin.
Norðurkorea hevur fyrr hótt við kjarnorkuálopi á USA, men so langt bera landsins rakettir ikki. Harafturímóti hevur landið vápn, sum kunnu røkka amerikonskum herstøðum i Kyrrahavinum.
Norðurkoreanska stýrið er í øðini um, at amerikanararnir hava brúkt B52-bumbuflogfør í venjingini, sum amerikanskar og suðurkoreanskar herdeildir hava havt teir seinastu dagarnar.










