Okkurt bendir á, at Norðurkorea er í ferð við at fyrireika seg til sína triðju kjarnorkuroyndarspreinging. Í hvussu er sigur ein ónevndur tænastumaður í Suðurkorea, at nýggjar fylgisveinamyndir vísa, at norðurkoreanar eru í ferð við at grava ein tunnil við býin Punggye-ri, sum helst skal brúkast til eina royndarspreinging.
Norðurkorea gjørdi sína fyrstu kjarnorkuspreinging í 2006, og trý ár seinni var aftur ein. Í báðum førum vóru spreingingarnar stutt eftir, at landið hevði roynt eina rakett, sum kann brúkast til kjarnorkuvápn, og í báðum førum vóru spreingingarnar undir jørð við Punggye-ri.
Norðurkorea hevur fyrr boðað frá, at landið ætlar at royna eina langtberandi rakett um nakrar dagar.