Norðurkorea framt ræðingarroynd

Norðurkora sigur seg hava framt eina nýggja roynd við Sohae-støðini. Hon er fyrr nýtt til at senda út norðurkoreanska fylgisveinar.

Royndin var framd fríggjakvøldið lokala tíð og gekk væl, sigur statsliga norðurkoreanska tíðindastovan, KCNA.

Hetta er onnur royndin í eina viku

Seinastu royndin var framt fyri at »víðari at styrkja strategisku kjarnorkuvápnaræðslu«, skrivar KCNA.

Tað verður einki samt um, hvat ítøkiliga er vorðið av royndini. Men sambært KCNA var hon »væleydnað« og ein »týdningarmikil roynd«.

Greinarar hava higartil sagt, at hesar royndir kunnu vera við til at hjálpa Norðurkora við at byggja langtrøkkandi ballistiskar rakettir.

 

/ritzau/dpa