Norðurkorea váttar í morgun, at landið hevur framt eina kjarnorkuroyndarspreinging í nátt. Amerikanski jarðfrøðistovnurin kunngjørdi í nátt, at hann hevði skrásett ein skjálvta í tí partinum av Norðurkorea, har landið gjørdi kjarnorkuroyndir í 2006 og í 2009. Skjálvtin var 4,9 á Richterstiganum.
Hetta er tann triðja norðurkoreanska kjarnorkuspreingingin og tann fyrsta í fýra ár.
Norðurkoreanska stjórnin kunngjørdi í januar, at herurin var í ferð við at fyrireika eina kjarnorkuroyndarspreinging og fleiri royndir við langtberandi rakettum.
Samstundis legði stjórnin dent á, at tað er USA, sum er landsins fíggindi.