Norðurkorea: Flotavenjing er ein hóttan

USA og Suðurkorea hava boðað frá, at londini fara at hava eina felags herflotavenjing í suðurkoreonskum sjógvi í næstu viku. Men sambært einum norðurkoreonskum diplomati eiga londini bæði at hugsa seg væl um, áðrenn venjingin verður sett í verk.

-Eru USA og Suðurkorea veruliga sinnað til at virka fyri, at Koreanesið skal vera eitt kjarnorkuvápnafrítt øki, mugu tey ganga undan og skipa so fyri, at samráðingarnar um kjarnorkuvápnini kunnu takast uppaftur, segði norðurkoreanski diplomaturin Ri Tong-il við tíðindafólk í Hanoi í morgun.

Diplomaturin er talsmaður fyri eina norðurkoreanska sendinevnd, sum er á einari trygdarráðstevnu, sum er í Vietnam í hesum døgum.