Norðurhavnin ov lítil

Tað hevur verið nógv virksemi í norðurhavnini í Ánunum seinastu dagarnar við nógvari landing og russiskari skipavitjan. Í løtuni liggja tveir stórir russarar í norðurhavnini, soleiðis sum hendan myndin vísir. Hin triði, sum eisini hevur ligið her, er júst farin. Ytst við bryggjuna liggur Næraberg og landar og Gadus, sum eisini hevur lagt sína veiði upp, er í vikuni liðugur at landa og er farin á nýggjan túr.

Soleiðis, sum hendan myndin úr norðurhavnini vísir, hevði neyvan verið pláss fyri Norðborg aftrat. Var hon eisini inni við veiði um dagarnar, hevði í hvussu er verið rættiliga trongligt við bryggjukantin.

Klaksvíkingar og norðoyingar annars fegnast um virksemi og fegnast um, at havnin er við til at kveikja vøkstur og eftirspurning í Klaksvík.

Veiðan, sum Gadus legði upp, var 770 tons, meginparturin flak og nakað av rundum fiski.

Næraberg hevur lagt 1700 tons av svartkjafti upp.

Bæði veiðan hjá Gadusi og Nærabergi er farin til frystingar í frostgoymsluni í Ánunum.

Næraberg er nú eisini farin avstað aftur til nýggjan túr.

Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík hevur havt einar 20 mans, sum seinastu tíðina hava landað hesi bæði skipini í norðurhavnini.

Tá so nógvur aktivitetur er, sum seinastu dagarnir eru prógv um, kann ikki longur sigast, at norðurhavnin er ov stór - men heldur ov lítil.