Norðurbryggjan skal vera eitt stað, har mentanir møtast. Norðurbryggjan er meira enn ein pallur har vit eru saman hvør sær. Hon er eisini eitt stað, har vit møtast við hvør sínum útgangsstøði og skapa nakað nýtt - tað er sjálvt møtið, sum er áhugavert, sigur Karin Elsubudóttir Heinesen. Hon hevur lisið bókmentafrøði, nútímans mentan og mentanarmiðling á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og ber eins og íslendska Anna Bogadóttir heitið mentanarmillumgongumaður ella "kulturformidler" á Bryggjuni.
Ein av hennara uppgávum hevur verið at tekna mentanarliga profilin hjá mentanarhúsinum saman við dønum, íslendingum og grønlendingum. Tað hevur kravt diplomati og samstarvsvilja, tí øll hava ymisk ynskir, men tað hevur gingið sera væl kortini, og stemmningurin hevur verið góður, sigur Karin Elsubudóttir Heinesen.
Í arbeiðinum við at tekna tann mentunarliga profilin hjá Bryggjuni hevur dentur verið lagdur á at fáa felagsskapin fram fyri at fáa eitt markantari úttrykk, sigur Karin Elsubudóttir Heinesen. Tað er millum annað gjørt við at hava felags framsýningar og felags tónleikaframførslur.
Mentanir møtast
? Tá mentanir møtast, stendur nakað nýtt upp - eitt nýtt úttrykk ella ein nýggj mentan. Tað nýggja er ikki endiliga danskt ella føroyskt - heldur ikki norðurlendskt. Tað nýtist ikki at hava ein nationalitet ella heiti - vit vilja vera opin fyri øllum, sigur Karin Elsubudóttir Heinesen. Og Keypmannahavn gevur møguleika fyri tí við sínum mongu fólkasløgum og ferðafólkum - londini í Útnorðri fáa nú ein sess nærri miðjuni av Europa og við tí eina víðkaða viðberaflatu og størri møguleika fyri at hitta onnur og aðrar mentanir.
Karin Elsubudóttir Heinesen vónar, at Bryggjan verður eitt stað, har nógv ymisk fólk koma.
? Nú hava vit skapað rammurnar, so mugu fólk koma við sínum ískoyti, sigur hon og leggur aftrat:
? Vit liva í einum alheimssamfelagið við margfaldari mentan, og tað er í hesum andanum, at vit hava teknað tann mentanarliga profilin á Norðurbryggjuni. Vit í Útnorðri kunnu geva okkara ískoyti til nútímans mentanina, um vit markera okkum meiri, sigur hon.
Eitt dømi um rammur fyri nýskapan er matstovan á Norðurbryggjuni. Hon er serlig á tann hátt, at rávørurnar eru úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi, men kokkarnir eru danskir, og teir lata seg hugkveikja av danskari og øðrum meira eksotiskum mentanum.
? Hetta, haldi eg, er sera spennandi, tí tað er í hesum førinum at nakað heilt nýtt stendur upp, sigur Karin Elsubudóttir Heinesen. Hon samanber hetta við, tá útlendsk listafólk koma til Føroyar at arbeiða og búgva.
- Tú hevur eitt útgangsstøði, um tú er vaksin upp í Føroyum - um tú ert vaksin upp í Danmark og flytur til Føroya, upplivir tú føroysku náttúruna heilt annarleiðis - og tað verður nakað nýtt, sum stendst burtur úr hesum møtinum millum tvær mentanir, sigur hon.
Norðurlandahúsið væleydnað
Nú hon hevur arbeitt í hesum norðuratlantssamstarvi, heldur Karin Elsubudóttir Heinesen, at føroyingar tykjast serliga áhugaðir í mun til tað norðurlendska samstarvið, og at tað er tí, at Norðurlandahúsið er væleydnað og hevur givið okkum góðar royndir við norðurlendskum samstarvi.
? Tað er ikki so, at onnur eru negativ, men føroyingar síggja sera stórt í norðurlendskum samstarvi og eru sannførdir um, at tað er nakað gott sum spyrst burturúr - tað er eingin ivi um, at positivar royndir við Norðurlandahúsinum hava nakað at siga í mun til tað. Norðurlandahúsið merkti fyri okkum, at vit fingu rammur, sum vit ikki høvdu áðrenn, eins og lív og íblástur kom í okkara mentan - tónleik og list - tað hevur heilt avgjørt havt týdning fyri føroyska hugin at fara undir enn eina norðurlendska verkætlan, sigur Karin Elsubudóttir Heinesen.
Hon væntar, at føroyingar fara at fáa stóra gleði av Norðurbryggjuni og vónar, at fólk í Føroyum eisini hava Bryggjuna í huganum, tá tey eru í Føroyum og gera vart við seg, um tey hava okkurt gott hugskot til framførslur og so framvegis.
Størri netverk
Samstarvið hevur fyri teirra viðkomandi, ið dagliga arbeiða á Norðurbryggjuni, longu ført við sær, at tey vita meir um hvønn annan og hava fingið størri netverk í hesum høpi.
? Vit eru fýra tjóðir umboðaðar í hesum samstarvinum, men bæði yrkisliga og menniskjansliga er netverkið nógv meira enn fýrafaldað, eftir at leiðararnir eru fluttir her út. Tað er so ótrúliga stórur munur á, tá tú arbeiðir sama stað og altíð líka kann tosa við onkran um okkurt - spyrja um okkurt. Umstøðurnar verða nógv betri í mun til at fáa vitan ella samband við rætta viðkomandi í Íslandi, Grønlandi ella Danmark, sigur Karin Elsubudóttir Heinesen.
Hennara uppgáva á Norðurbryggjuni hevur verið fjølbroytt og fevnt um bæði roknskap, kaffibryggjan og mentan, og tað hevur verið stuttligt og læruríkt, heldur hon. Størsta avbjóðingin hevur verið, at integrera føroysku ynskini í formin á Norðurbryggjuni.
? Tað er av stórum týdningi, at Norðubryggjan avmyndar føroysk ynski um, hvat eitt tílíkt hús skal brúkast til. Hetta er okkara hús - títt og mítt, og tað eru vit sum skulu brúka tað, sigur Karin Elsubudóttir Heinesen. Hon heldur, at Norðurbryggjan fer at økja um áhugan fyri Føroyum, eins og onnur helst fara at skilja okkara støðu betur.
? Tað er eisini týdningarmikið, at vit kunnu vísa okkara tónleik og list fram - so onnur síggja, at vit eru nútímans fólk - í heila tikið at umheimurin sær tað modernaðu síðuna av Føroyum, sigur hon og leggur aftrat, at tey eru sera vælnøgd við, hvussu upplatingarfestivalurin eydnaðist.
? Áhugin hevur verið sera stórur millum danir - eini 10.000 fólk vitjaðu Norðurbryggjuna um vikuskiftið, tá hon læt upp ? tað eru vit nøgd við, sigur Karin Elsubudóttir Heinesen. Hon heldur at fólk, sum hava vitjað Bryggjuna sum heild hava verið sera positiv.