Í samstarvi við feløgini fyri teimum lesandi, MFS og Avalak, skipar Norðuratlantsbólkurin aftur í ár fyri lestrarráðstevnu fyri lesandi úr Grønlandi og Føroyum 29. apríl.
Ráðstevnan verður hósdagin 29. apríl 2010 í Felagssalinum á Christiansborg frá kl. 13:00 til kl. 17:30. Dyrnar lata upp kl. 12:00.
Á studentadegnum kunnu luttakararnir, umframt limirnir í Norðuratlantsbólkinum Høgni Hoydal og Sofia Rossen, hitta m.a. Forsætisráðharra Lars Løkke Rasmussen úr Vinstra, og Anne Grethe Holmgaard úr SF.
Við støði í yvirskipaða evninum á ráðstevnuni ?Norðuratlantshavið og ES? fara røðararnir at geva teirra boð uppá hvussu tey meta framtíðar politiska landakortið fyri Norðuratlantshavið mennist, nú Norðanlond í størri mun styrkja samanrenningina og samstarvið við ES-samveldið, og harafturat um tey meta aðrar møguleikar vera til staðar.
Skipað verður fyri veitslu í Grønlendska Húsinum, ið byrjar kl. 19.30. Prísur fyri døgurða og veitsluna er 125 kr.
Skipað er fyri busskoyring til Keypmannahavnar úr Ålborg, Århus og Odense. Kunning um buss: á www.dnag.dk.
Til ber at tekna seg á:
www.dnag.dk/Default.aspx - og skal hetta gerast áðrenn midnátt týsdagin 27.apríl.
Avmarkað pláss.
Fyri nærri kunning, ber til at seta seg í samband við:
Gerth Olsen: gerth.olsen@ft.dk
Barbara Jacobsen: barbara.jacobsen@ft.dk
Avalak: avalakkbh@groupcare.dk
MFS: mfs@mfs.fo









