Norðuratlantsbólkurin brynjar seg til ES-stríðið

Norðuratlantsbólkurin boðar í tíðindaskrivi frá, at danski ES-tinglimurin gjøgnum 25 ár, Jens Peter Bonde, er settur sum nýggjur ráðgevi hjá bólkinum. Umframt hetta er nýggj kanning á veg um avleiðingarnar av eini ES-grundlóg

"Norðuratlantsbólkurin fer nú at leggja meiri orku í royndirnar at tryggja, at gongdin í ES ikki fer at hava við sær nýggjar forðingar á vegi Grønlands og Føroya fram ímóti sjálvræði".
Soleiðis sigur Norðuratlantsbólkurin í tíðindaskrivi mánakvøldið, og fyri at røkka hesum hava teir vent sær til royndasta danska ES-tinglimin Jens Peter Bonde, sum hevur starvast í Bruxelles í heili 25 ár og er kendur frá Junirørsluni. Hóast hann hevur sitið í ES-parlamentinum so leingi, hevur hann markerað seg sum víðgongdur og atfinnandi mótstøðumaður móti framferðarháttinum í ES, og tí er tað ikki av tilvild, at Norðuratlantsbólkurin hevur valt júst Bonde til uppgávuna at ráðgeva um komandi avleiðingar. Lesið viðtalu við Bonde aðrastaðni á síðuni.

Kanning á veg
Umframt hetta hevur Norðuratlantsbólkurin eisini vent sær til danska forsætisráðharran við fyrispurningi um eina óhefta kanning av teimum avleiðingum, ES-grundlógin fer at fáa fyri viðurskiftini millum Danmark, Føroyar og Grønland.
Anders Fogh Rasmussen hevur higartil gingið ynskjunum á møti um kanningina, og hevur hann biðið danska Uttanríkisráðið um at standa fyri kanning um, hvat ein komandi ES-grundlóg kann elva til í ríkisfelagsskapinum.
Við nýggjari kanning á veg og nýggjum og royndum ráðgeva hevur Norðuratlantsbólkurin sostatt brynja seg út til hugsjónarliga stríð teirra í ES-høpi.