Norðuratlantisku fiskimálaráðharrarnir savnast í hesum døgum í Føroyum til Ráðstevnu Norðuratlantisku Fiskimálaráðharranna. Høgni Hoydal, føroyski fiskimálaráðharrin, er vertur fyri ráðstevnuna, ið hesaferð viðgerð evnið “Sustainable Ocean Governance”. Tað boðar Fiskimálaráðið frá í morgun.
Í samband við ráðstevnuna verða eisini tvíliðaðar fundir millum norðurlendsk starvsfelagarnar, har strandarlandasamráðingar og áleikandi mál um fiskirættindi hvør hjá øðrum verða viðgjørd.
Eitt serstakt við ráðstevnuni er, at hetta er fyrstu ferð síðan makrelstríðið millum ES og Føroyar var á hæddini, at Evropanevndarlimurin fyri fiskivinnumál vitjar Føroyar.
- Og hetta er fyrstu ferð Evropanevndarlimurin (European Commissioner) í fiskivinnumálum Karmenu Vella vitjar Føroyar. Vit skulu aftur til desember 2013 seinast ein Evropanevndarlimur vitjaði Føroyar og var tað Maria Damanaki sum hin fyrsti nakrantíð á almennari vitjan, skrivar Fiskimálaráðið, ið eisini upplýsir, at hetta er aðru ferð innan fyri eitt gott ár, at russiski fiskimálaráðharrin Ilya Shestakov vitjar Føroyar.
Ráðstevnan byrjar í dag og endar longu í morgin.










