Norðuratlantisk mentanarnátt í Odense

Fimta septembur verður mentanarnátt í Odense, men tiltakið byrjar longu fyrsta við framsýningum. Úr Føroyum verða Eydna Hestbæk og Anna Katrin Egilstrøð við á tiltakinum, við ávikavist myndlist og sangi

Tiltakið byrjar longu fyrsta septembur í ráðhúshøllini í Odense. Ætlanin við tiltakinum, er at varpa ljós á norðuratlantisku kvinnuna. Tiltakið byrjar framsýning við Ingu Rún úr Íslandi, Naju Abelsen úr Grønlandi og Eydnu Hestbæk úr Føroyum. Framsýningin verður frá fyrsta til fimta septembur. Evnið í framsýningini er tann norðuratlantiska kvinnan, og allar tríggjar listakvinnur hava havt framsýningar í øllum trimum londum í danska kongaríkinum.

Fríggjadagin, fimta septembur, verður sjálvt mentanarnáttin, og hon verður eisini hildin í ráðhúshøllini í Odense. Á skránni verða frásagnir og konsertir, har Ingibjørg Gisladottir fer at fortelja sagnir. Stinne Jacobsen og Sequssuna Olsen fara at spæla Grønlendskan tónleik. Stinne Jacobsen hevur harumframt skrivað barnabøkur og gjørt filmstónleik til grønlendska marknaðin.


Øll umboðaði

Tað er Grønlandshúsið í Odense, ið skipar fyri tiltakinum, og málið er at savna vilja og fígging til eitt Norðuratlantiskt Hús á bryggjuni í Odense, sum ætlandi skal savna føroyingar, íslendingar, grønlendingar og danir á einum stað til mentanarlig tiltøk. Norrøna Felagið verður á staðnum, og fara fólk hagani at greiða frá um londini í Norðuratlantshavi.


Valravn

Á skránni verður eisini Valravn, sum er bólkur, ið hevur spælt á bæði G! og Roskilde. Anna Katrin Egilstrøð av Eiði er forsangari í bólkinum og hinir limirnir í bólkinum eru Christopher Juul, Søren Hammarlund og Martin Seeberg, sum allir eru danir. Seinasti limurin í bólkinum er Juan Pino, ið er úr Sveits og Ekvador. Valravn spælir við ymiskum ljóðførum og sangi ymiskar tulkingar av sagnum, kvæðum og tættum, ið eru ein partur av norðuratlantiska mentanararvinum. Eisini spæla tey egin løg. Tað mesta verður sungið á føroyskum, men eisini syngja tey á donskum og íslendskum.

- Vit eru við til tiltakið, tí tey hava ringt til okkum. Men eg haldi tað verða deiligt, at tey varpa ljós á norðuratlantisku kvinnuna, samstundis haldi eg tað vera gott, at tey í Odense royna at fáa eitt Norðuratlantiskt Hús, sigur Anna Katrin Egilstrøð.