Fótbóltur
- Tað tykist mær heldur tilvildarligt, at boðini ikki verða givin nóg skjótt. Og at tað ikki eru nóg greiðar mannagongdir fyri, hvussu boð verða givin og nær tey verða givin.
Soleiðis segði Jón Pauli Olsen, venjari hjá VB/Sumba, har spælararnir høvdu siglt í gott korter, tá teir fingu boð um, at dysturin í Gundadali móti HB kortini ikki varð av nøkrum.
Smyril vendi tó ikki aftur, og tí noyddust spælararnir at sigla til Havnar. Og hóast tað ikki var spælandi, so varð dysturin hjá einum dreingjaliði úr Suðuroynni avgreiddus, soleiðis at hesir ikki eisini noyddust ein eyka túr norður um fjørðin.
- Eg haldi, at tað vildi nógv betri, um greið boð vórðu givin. Tað kundi til dømis verið sagt, at eingin dystur í Gundadali verður spældur hetta vikuskiftið, tí veðrið ikki er til tað, sigur Jón Pauli Olsen, sum eisini heldur, at tað eigur ikki at koma upp á tal, at útsetti dysturin verður settur á skránna eitt kvøld mitt í viku.
Saman við Jón Paula var Jón Johannesen úr TB eisini gestur í 3. hálvleiki á Rás2. Og hann var púrasta samdur í, at slíkir dystir skulu ikki spælast mitt í viku.
- Ítróttarliga er tað nóg krevjandi sum er, tá vit kanska eru við hús klokkan 23 á kvøldi eftir ein dyst norðanfjørðs. Men fíggjarliga er tað eisini trupult, tá spælt verður mitt í viku. Tí veruleikin er jú eisini, at spælararnir kanska missa eina arbeiðsinntøku á 1.000 til 2.000 krónur upp á ein slíkan túr.
TB skuldi spæla oddadyst móti AB. Leingi varð vónað, at tann dysturin kundi avgreiðast, men heldur ikki tað varð av nøkrum.