Síðani Finnur Justinussen flutti til Svøríkis, hevur Víkingur leitað eftir nýggjum manni til fremstu ódnina, og nú kann tað gott vera, at nýggi álopsspælarin er funnin. Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, ynskir ikki at vátta tíðindini, men Portalurin hevur tey frá álítandi keldu.
Paul Munster úr Norðurírlandi, sum 9. februar verður 32 ár, kemur nú til Gøtu at royndarvenja. Um hann vísir seg at vera so dugnaligur, sum tað sigst, at hann er, so verður sáttmáli skrivaður millum Paul Munster og Víking.
Hann hevur áður spælt í Tjekkia og í Svøríki. Seinastu trý árini hevur hann spælt við Linfield, sum eigur heimavøll á Windsor Park í Belfast. John Munster, sum er 185 cm og ættaður úr Belfast, varð illa skaddur í knænum, tá ið hann var 19 ára gamal. Tá varð roknað við, at tað ikki fór at eydnast honum at koma fyri seg aftur sum fótbóltsspælari, men hann kom seg aftur, og nú er møguleiki fyri, at Paul Munster fer at verða fremsti maður hjá Víkingi.
Paul Munster hevur síðani 2008 umboðað Linfield í 80 dystum og skorað 35 mál. Í 2004 spældi hann í London City, 2004-2005 í Slavia Prag, 2006 í Ørebro SK, 2006 í Bunkeflo IF og í 2007 í SK Hradec Kralov, har hann í ellivu dystum skoraði 10 mál.