Norðurírski venjarin: Brian Kerr er respektleysur

Norðurírar vilja »leggja føroysku ræðsluna aftur um seg«. Tað skrivar blaðið Belfast Telegraph, tí tað nívir norðurírska venjaran, at norðurírin Brian Kerr vísti skaðafrøi, tá Føroyar í oktober í fjør spældu javn ímóti Norðurírlandi. Norðurírski venjarin, Nigel Worthingtohn, heldur tað vera eitt sindur respektlest, skrivar Belfast Telegrapf.

 

Eitt av teimum mest skuffandi úrslitinum í søguni hjá Norðurírlandi var, at liðið spældi javnt ímóti føroyska fótbóltslandsliðnum í oktober í fjør. Tað skrivar írska blaðið Blefast Telegraph í dag.

 

Blaðið byrjar greinina við orðunum: »It was a horror show to forget...«. Síðani verður víst til 1-1 javnleikin móti Føroyum á Toftum, sum blaðið heldur verða eitt sera vánaligt úrslit - serliga tá hugsað verður um, at írska liðið spælir fyri at kvalifisera seg til eina størri kapping.

 

- Tað var bara ein sein útjavning hjá Kyle Laferty, sum bjargaði okkum frá stóru skommini hendan dagin í uppi í Norðuratlantshavi. Spælararnir fingu beinan vegin boð um at sletta dystin úr minninum – at lata sum um, at dysturin ikki hevði verið, skrivar blaðið.

 

- Men tað er ein mynd, sum altíð verður etsað føst í minni hjá norðurírska venjaranum, Nigel Worthingtohn. Tað var skaðafróa reaktiónin hjá Brian Kerr, tá dysturin varð bríkslaður av: Føroyski venjarin, Brian Kerr, sló nevan upp í luftina, og spælararnir hjá honum vóru so glaðir, at tú skuldi trú, at teir høvdu vunnið Champions League, skrivar blaðið.

 

Og blaðmaðurin sigur, at hann heldur ikki, at tey kunnu siga nakað ringt um Brian Kerr fyri tað, hóast talan bara var um ein javnleik á heimavølli. Hann heldur, at Brian Kerr sum fyrrverandi norðurírskur venjari og nú venjari fyri einum sokallaðum amatørliði, hevur hann alla orsøk at fegnast um ein javnleik móti einum liði, sum liggur meira einn 50 pláss hægri á styrkislistanum

 

Men tann veruleikin, at foreldur hansara bæði vóru úr Belfast, gav úrslitinum enn størri týdning fyri Brian Kerr. Nigel Worthingtohn heldur tað bara vera eitt sindur yvirdrivið og eitt sindur respektlest, skrivar altso Belfast Telegrapf.