Norðstreymoyingar keypa skip

Nakrir mans úr Norðurstreymoy eru í hesum døgum í Íslandi og keypa skip. Talan er um ein rækjutrolara av Akureyri

 

Skipakeyp

Ein rækjutrolari aftrat er á veg í føroyska flotan. Talan er um ein 12 ára gamlan kombineraðan rækju- og flakatrolara.

Tað er rættiliga ringt at fá nakað nágreiniligt at vita um hetta skipakeypið. Sosialurin hevur havt orð á onkran av monnunum, sum eru í Íslandi í løtuni. Men teir hava bara ta viðmerking, at teir hava onga viðmerking.

Tó frættist aðrar vegir, at talan er um eitt skip, sum eitt íslendskt reiðaríð hevur havt skrásett í einum av Baltalondunum, sum nú er keypt til Føroya fyri eina r65 milliónir krónur. Skipið lastar umleið hálvtsjeyndahundrað tons og hevur góða frystiorku.

Menninir aftan fyri hetta skipakeypið hava lagt rættiliga nógvan eginpening á borðið, frættir Sosialurin, og tað er bara føroyskur kapitalur uppií. Øll fíggingin er eisini fingin til vega í Føroyum.

Skipið skal brúkast til rækjufiskiskap í Barentshavinum. Við Svalbard og í russiskum sjógvi, frættir Sosialurin.

Tað er soleiðis, at føroyingar eiga ávíst tal av fiskidøgum á hesum leiðum, sum ikki verða brúktir. Fiskimálastýrið hevur tí boðað frá, at um onkur er, sum er áhugaður í at royna hesar møguleikar, kann fyribilsloyvi fáa í eitt ár í senn. Treytin er so, at um onkur við permanentum loyvi so kemur og vil sleppa at fiska, fær hann forrætt.

Tað komu 31 umsóknir til hesi fyribilsloyvini, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum. Og Fiskimálastýrið gjørdi bart og gav øllum 31 umsøkjarunum hvør sína tilsøgn um fyribilsloyvi til rækjufiskiskap í Barentshavinum í eitt ár.

Tað er so eina av hesum tilsøgnunum, skipið, sum nú verður keypt úr Íslandi, skal brúkast til, váttar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum.

Hann sigur samstundis, at Fiskimálastýrið veit einki um, at nakað innflutningsloyvi er givið til nakað skip, sum keypt er úr Íslandi.