Norðstreymoy eigur at venda samgonguni bakið

Ein viðmerking til ein ið kallar seg »vestmenningar»

 

Hans Pauli Strøm,

javnaðartingmaður

???????????????



Ein, ið kallar seg ?vestmenningar?, leggur í Dimmalætting mikudagin eftir teimum báðum tingmonnunum úr bygdini, og heldur at takkað verið teimum báðum eru ?norðstreymoyingar ikki nøgdir við gongdina í sínum valdømi ? lítið og onki hendir íbúgvunum til frama?.

Nú gloymdi hesin hulduvestmenningurin, at norðstreymoyingar eiga ein tingmann aftrat - hann sum bleiv býráðslimur í Havn. Men annars hevur huldumaðurin rætt: norðstreymoyingar hava alla grund at vera ónøgdir við gongdina í hesum valskeiði. Tó skuldi hann verið meira beinrakin í sínum atfinningunum: rætta adressan er teir tríggir flokkarnir í landsstýrissamgonguni í Tinganesi. Við tjóðveldis-, fólkafloks- og sjálvstýrisatkvøðum hava hesir avgjørt at seta Norðstreymoy aftast í røðina alt hetta valskeiðið.


Bergholsætlanin Vestmanna-Við Gjónna-Hvalvík

Hulduvestmenningurin ber ótta fyri, at táið undirsjóartunnilin kemur um Vestmannasund, verður Vestmanna ein blindtarmur og fer at detta burturímillum. Tí heldur hann, at nú skulu vit hava berghol, millum Vestmanna og Við Gjónna og hagani til Hvalvíkar. Tað er eitt gamalt hugskot at binda vestan- og eystanbygdirnar í Norðstreymoy saman á henda hátt og samstundis fáa betri og tryggari samband millum Norður- og Suðurstreymoy. Sjálvt um man heldur valdi at gera alstórar íløgur í vegasambandið, er henda bergholsætlanin í Norðstreymoy framvegis áhugaverd - og skilagóð.

Men tað eru aðrar ætlanir, vit fyrst skulu fremja í Norðstreymoy, áðrenn vit seta hesa gomlu men framvegis skilagóðu bergholsætlanina á skránna. Hon má standa aftan fyri aðrar stórar íløgur, sum Javnaðarflokkurin vil seta í eina menningarætlan fyri Norðstreymoy. Nøkur høvuðsmál í hesum eru:


Menningardepil fyri Fiskaídnað og havbúnað í Vestmanna

Vit vóru nøkur sum løgdu uppskot fram fyri 3 árum síðani um nýggjan Fiskivinnuskúla sum ein Menningardepil fyri havbúnað og fiskaídnað. Javnaðarflokkurin hevur síðani tá roynt at fingið gongd á hesa útbyggingina, men samgongan hevur havt aðrar ætlanir. Nú er so ein arbeiðsbólkur, settur av Mentamálastýrinum, komin til somu niðurstøðu sum vit, um hendan Menningardepilin. Men ikki fáa teir sett spakan í jørðina fyri tær fáu 100-túsund kr., teir seta av á komandi fíggjarlóg.


Tann neyðugi tunnilin til Tjørnuvíkar

Átroðkandi neyðugt er at fara undir at tryggja tað vandamiklu farleiðina til Tjørnuvíkar við bergholið. Hóast Javnaðarflokkurin hevur skotið hetta upp seinastu árini, tí at tað vanliga lapparíið ikki loysir teir afturvendandi trupulleikarnar, hava samgonguflokkarnir ikki tikið undir við ætlanini. Heldur ikki í teirra sonevndu langtíðar íløguætlan er Tjørnuvík-arbergholið tikið upp á tungu.


Trygdardepil við Áir

Tað var um reppið at landsstýrið herfyri fekk gjørt av við Brandskúlan við Áir. Tað eydnaðist at bjarga honum. Nú eiga vit at fara undir næsta stigið: at samskipa allar brand- og trygdarútbúgvingar í landinum og leggja tær í ein nýggjan Trygdardepil við Áir. Samgongan ætlar okkurt annað, og tí verður tað upp til okkara at fremja hesa ætlan í verki.


Ellis- og røktarheim eystanfyri og vestanfyri í Norðstreymoy

Táið landsstýrið kom við lógaruppskotinum um ellis- og røktarheimið í Sundalagnum, fingu vit eina broyting ígjøgnum, so at aðrar kommunur nú kunnu fáa atgongd til somu fígging, nevnliga landið aðra helvtina og kommunurnar hina helvtina av fíggingini, og landið allan raksturin.

Á komandi fíggjarlóg verður peningur settur av til at byrja bygging av ellis- og røktarheimi í Hvalvík-Streymnesi fyri kommunurnar í Sundalagnum (eystaru kommunur í Norðstreymi og nakrar kommunur í Norðureysturoy). Javnaðarflokkurin vil virka fyri at eisini peningur verður settur av á fíggjarlógina til sama endamál, táið Vestmanna- og Kvívíkar bygdarráð vilja fara undir teirra ætlan um eitt ellis- og røktarheim á vestaru síðu í Norðurstreymoy.


Heilsufrøðiligur miðdepil í Kollfjarðardali

Í staðin fyri at troðka neyðugar útbyggingar av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ígjøgnum á Debesartrøð, er nógv skilabetri at flyta Starvsstovuna í Kollfjarðardal, har Royndarstøðin er. Har er lagaligt at byggja út, so at har eisini verður rúm fyri fleiri tættum í einum heilsufrøðiligum miðdepli, sum landsdjóralækna, landsapotekara og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Bygningurin á Debesartrøð kann so brúkast til at lætta um bráðfeingistørvin hjá Fróðskaparsetrinum fyri húsarúmd.


Nýggjur eftirskúli í Føroyum ?

Talan er um at stovna nýggjan eftirskúla í Føroyum. Tørvurin hevur verið stórur síðani føroyski eftirskúlin í Genner í Danmark var niðurlagdur. Eitt frálíkt stað at lagt slíkan eftirskúla hevði verið í tí vakra umhvørvinum í Hvalvík-Streymnesi.

Ætlar hulduvestmenningurin í Dimmu og aðrir norðstreymoyingar at nakað skal henda í Norðstreymoy, so er at syrgja fyri at hesir, sum nú ráða fyri borgum, verða settir til viks.