Norðskála kirkja nýggjan altardúk

Í Norðskála Kirkju liggur nú ein nýggjur altardúkur á altarinum

Tað er Paulina Eliasen, sum hevur sniðgivið vakra dúkin, og hava tvær raskar lokalar kvinnur evnað hann úr Patchwork. Litirnir í altardúkinum eru heintaðir bæði frá altartalvuni og møplapolstringini her í kirkjuni.

Hesin altardúkurin er við í nýggju bókini hjá Paulinu Eliasen “Altardúkar – átta nýggj mynstur”, sum Føroysk Kirkjumál gav út beint fyri jól. Um mynstrið á dúkinum sigur Paulina sjálv, at stjørnan vísir vegin til fjósið, og krossurin vísir vegin til páskirnar. Sostatt hóskar tað seg eisini væl at víga henda vakra altardúkin í dag – millum jól og páskir. Paulina hevur havt tveir sálmar/sangir í huganum, tá ið hon sniðgav altardúkin – og peika teir bæði á stjørnuna og krossin.

 

Kelda: www.folkakirkjan.fo