Norðskála kirkja 75 ár

Mikudagin eru liðin 75 ár, síðani Norðskála kirkja varð vígd

FÓLKAKIRKJAN

 
Dagurin verður hátíðarhildin sunnudagin 28. januar við hátíðarmessu kl. 12. Hans J. Joensen, biskupur, prædikar, og sóknarprestinum á staðnum, Emil Olsen, hevur altartænastuna. Síðani verður døgurði á Hotel Eiði fyri innbodnum. Kl. 17 verður gudstænasta við Bjarna Bæk, dómprósti. Hátíðarhaldið endar við felagsmáltíð í bygdarhúsinum, Eydnuni, á Oyrarbakka. Á heimasíðu fólkakirkjunnar verður m.a. upplýst, at kirkjan til føðingardagin hevur fingið eina slupp.
Stoypiarbeiðið til kirkjuna byrjaði annars á Mortansmessu í 1930.
Kirkjan varð bygd í eini tíð, har togan var um um kirkjumálið skuldi verða danskt ella føroyskt. Sama ár var tí fólkaatkvøða um skriftstøðini undir altartalvuni og úti í forkirkjuni skuldu verða á føroyskum ella á donskum. Úrslitið var, at 40 atkvøður vóru fyri føroyskum og 29 fyri donskum.
Hin 10. januar 1932 vígdi Jákup Dahl, próstur, kirkjuna.
Í seinni helvt av sjeytiárunum varð farið undir at umvæla kirkjuna og varð tá eisini bygt uppí til fundarhølið o.a. Harumframt varð forkirkjan vaksin og kapell bygt upp í suðureftir.