Norðsjóvaravtalan hevur gagnað statinum

A.P. Møller - Mærsk er til reiðar at tosa við donsku stjórnina um at endurskoða avtaluna, sum felagið gjørdi í 2003 við táverandi stjórnina um oljuna í Norðsjónum. Men Brian Mikkelsen, fyrrverandi búskaparmálaráðharri, heldur tað vera skeivt at broyta so mikið sum eitt komma í avtaluni.

-Ein avtala er ein avtala, og tá vit gjørdu avtaluna um heystið í 2003 var tað út frá teirri fyritreyt, at Mærsk skuldi gera íløgur fyri 100 milliardir krónur fyri at fáa meiri pengar burturúr. Og tað eydnaðist, sigur Brian Mikkelsen, sum nú er konservativur framsøgumaður í vinumálum, við danska kringvarpið.

Tvær kanningar eru komnar til ta niðurstøðu, at staturin hevur mist einar 10 milliardir krónur um árið síðani 2003, men Brian Mikkelsen heldur, at avtalan við Mærsk hevur gagnað statinum.

-Vit fáa millum 24 og 36 milliardir krónur í skattagjøldum frá oljuni í Norðsjónum. Áðrenn vit gjørdu hesa avtaluna, fekk staturin 10 milliardir, sigur hann við DR.