Norðsjógvurin fullur av upsa

Tað órógvar fiskimenn, at ICES vil minka upsakvotuna í Norðsjónum, samstundis sum skip hava rokfiskiskap eftir góðum upsa.

 

Danski fiskiskiparin, Rasmus Hald, skilir ikki, hvussu tað ber til, at fiskifrøðingar ikki duga at síggja, at nógvur og góður upsi er í Norðsjónum. Danin er skipari á týska trolaranum, NC 315 Victoria, og hann sigur seg ikki skilja, hví ICES mælir til at minka upsakvotuna.

Norska heimasíðan - kystmagasinet.no - veit at siga um fleiri skip, sum hava havt góðan upsafiskiskap í Norðsjónum og danski skiparin, sum býr í Oslo, er avgjørt ikki ósamdur. Í 2017 fekk hann heiðurin sum Ársins Fiskimaður av Dansk Fiskeritidende og Vestjysk Bank.

Við fiskerforum.dk vísir Rasmus Hald á, at ICES fyri 2020 hevur mælt til at minka upsakvotuna í Norðsjónum, sjálvt um skipini hava rokfiskiskap. Skiparin veit um nógv góð hál, og bara í tveimum hálum hevur okkurt skip fingið heili 100.000 pund.

Eftir at danski skiparin, sum býr í Oslo og førir týska trolaran, NC 315 Victoria, hevur greitt frá øllum upsanum í Norðsjónum, hava sambært kystmagasinet.no fleiri fiskimenn greitt frá ævintýrakendum upsafiskiskapi á hesum leiðum.