Norðsetur bygt samkomuhús

Byggivirkið Norðsetur í Hvalvík hevur bygt eini hús til samkomuna, Jehovas Vitni í Trongisvági. Húsini eru bygd eftir somu tekning, sum húsini, ið Norðsetur hevur bygt til somu samkomu í Saltangará.

Helgi Olsen, stjóri og eigari av Norðsetur, sigur, at húsini í Trongisvági eru 270 fermetrar í einum plani.

- Vit hava bygt húsini og gjørt alt liðugt uttan. Síðan innrættar samkoman húsini sjálv, og vit hava eisini leverað tilfar til innrætting, sigur Helgi Olsen.

Stjórin í Norðsetur sigur, at samstarvið við samkomuna um bygging, bæði í Saltangará og í Trongisvági, hevur verið fyrimyndarligt.