Norðsetur byggir fleiri sethús kring landið

Á Norðsetur í Hvalvík hava teir úr at gera við at byggja sethús til føroyskar familjur.

 

Norðsetur hevur í løtuni úr at gera kring landið við at byggja sethús til føroyskar familjur. Tað er Helgi Olsen, sum eigur og rekur fyritøkuna, og hann sigur, at teir arbeiða í fleiri pørtum av landinum í løtuni.

- Vit eru í gongd í Leirvík, Toftum, Kollafirði, Vágum, Skálavík, Skopun, Strondum, Kvívík, Argjum og í Havn. Nøkur av hesum húsum eru í gongd, og onnur liggja eitt lítið sindur frammi. Men, hetta eru alt hús, sum skulu byggjast í nærmastu framtíð.

Helgi Olsen vísir á, at í nøkrum av hesum bygdum byggja teir eini hús - og í øðrum bygdum fleiri. Hann sigur, at eitt nú eru fleiri Norðsetur-hús umbiðin í nýggju útstykkingunum á Strondum.

- Jú, vit hava væl at gera kring um landið, men vit byggja eisini í høvuðsstaðarøkinum - í Hoyvík og á Argjahamri, leggur hann aftrat.

Stjórin í Norðsetur vísir á, at byggifyritøkan sjálv ger betongarbeiði og byggir húsini, og síðan hava teir undirveitarar til eitt nú hvs og el.

- Tá nógv virksemi er í landinum, soleiðis sum tað hevur verið yvir eina longri tíð, kann tað eisini standa á hjá undirveitarunum, men vit royna at skipa fyri sum best og passa uppgávurnar sum best, sigur Helgi Olsen.

Norðsetur byggir elementini til sethúsini í byggihøllini í Hvalvík, og síðan verða tey sett upp á staðnum. Tá komið er har til, at grundin - ella fundamentið - er stoypt, og elementini til sethúsini eru liðug, verða húsini vanliga sett upp og innilokað eftir einum degi.

- Tað eru nøkur fá, sum ynskja at gera ein part av arbeiðnum sjálvi, og tað ber saktans til, um fólk hava hug, hegni, tíð og orku til tað, men sum oftast innrætta vit húsini eisini.

Hjá Norðsetur plaga tey at siga, at innrættingin tekur einar tveir til hálvan triðja mánað, men nú so nógv er í gongd, kann okkurt taka eitt sindur longri tíð, enn tað annars hevði gjørt.

Helgi Olsen vísir á, at tá húsini eru komin upp og innrætting, køkur, baðirúm, hvs og el eru liðug, er mest vanligt, at fólk sjálvi taka sær av tapetesering og málararbeiði.

- Men, um fólk ynskja, at vit eisini taka okkum av hesum, fáa vit málarar at gera hetta arbeiði, leggur hann aftrat.

Í VikuskiftisSosialinum í dag er stórt serblað um byggivinnu, og her verður eisini skift orð við Helga Olsen, sum hevur bygt sethús og ymiskar aðrar bygningar í Føroyum í eitt langt áramál.