Pf. frá 18.10.1997 undir stovnan hevur keypt fiskavirkið á Eiði frá pf. Føroya Fiskavirking.
Yvirtøkan av virkisbygningunum var 3. apríl 1998.
Keypið er m.a. fíggjað við láni úr Vestnorden grunninum. Annars er avgerð tikin um at styrkja kapitalgrundarlagið undir virkinum, so fyritreytirnar fyri virkseminum framyvir verða betri.
Síðan pf. Føroya Fiskavirking fyri góðum ári síðan varð endurstovnað og virkið á Eiði var eitt av teimum átta, sum tá vórðu keypt, hevur so at siga einki arbeiði verið á virkinum.
Hóast ávísar ábøtur skulu gerast, verður miðað ímóti, at virksemi verður aftur skjótast til ber á virkinum á Eiði ? sum ætlandi kemur at fáa navnið Norðís.










