Norðpólurin berur á sumri í 2015

Ísurin á norðaru jarðarhálvu minkar so skjótt nú, at tað er als ikki óhugsandi, at eingin ísur er eftir kring Norðpólin longu á sumri í 2015. Tað sigur bretski havfrøðingurin Peter Waldham. Hann er professari á lærda háskúlanum í Cambridge og er sambært blaðnum Daily Telegraph ein tann fremsti havfrøðingurin í Bretlandi.

Peter Waldham sigur, at tað verður framvegis ísur norðanfyri um veturin aftan á 2015, men um summarið minkar hann burtur, so økið verður opið fyi skipum og oljuvinnu.

Broytingarnar í ísviðurskiftunum koma ísbjørnini illa við, og tað kann hava við sær, at hon doyr út. Ein annar møguleiki er tó, at ísbjørnin fer upp á land at leita sær føði, sigur Peter Waldham.