Norðoyingar vilja ikki longur hava Heina O. Heinesen at umboða seg á Føroya Løgtingi.
Tað er greitt eftir at seinasti uppstillingarfundur var í Norðoya Tjóðveldisfelag í gjárkvøldið.
Formaðurin í Norðoya Tjóðveldisfelag, Jógvan Ravnsfjall, vil ikki siga, hvønn felagið við hava á valevnislistan til næsta løgtingsval.
Men Sosialurin hevur fingið váttað, at Heini O. Heinesen, løgtingsmaður, slapp ikki ígjøgnum nálareygað, tá ið samanumkom og er sostatt ikki á listanum.
Ikki brúk fyri pensjónistum
Tað hevur leingi ligið í luftini, at Norðoya Tjóðveldisfelag ikki varð sinnað at skjóta
Heina O. Heinesen upp sum valevni.
Longu tá ið tveir uppstillingarfundir høvdu verið í Norðoya Tjóðveldisfelag fyrr í mánaðinum, stóð tað øllum greitt, at tey ikki longur vildu hava Heina O. Heinesen á valevnislistan.
Tá hevði legendariski tjóðveldismaðurin í Kunoy ikki stórvegis viðmerkingar til málið.
Men hann helt kortini fyri, at tað var løgið, at tað ikki eisini skuldi vera brúk fyri pensjónistum í Løgtinginum, hóast pensjónistarnir telja ein fjórðing av fólkinum.
Seinasta roynd
Sjálvur hevur Heini O. Heinesen ongantíð dult fyri, at hann ætlaði sær at stilla upp aftur og hann gjørdi, hvat hann var mentur fyri at sleppa aftur á listan.
Og enntá eina lítla løtu uppundir seinasta og avgerandi uppstillingarfundin í gjárkvøldið, gjørdi hann aftur eina seinastu, roynd at sleppa á listan aftur.
Hetta var ein sermerkt roynd, har aldursforsetin á tingi tók nýggjastu tøknina í brúk í eini roynd at reka fólk, sum stuðlaðu honum, á uppstillingarfund.
Í teldubrævi, hann sendi runt umkring, var ein innilig áheitan á fólk, sum stuðlaðu honum, um at møta fjølment á lagnufundi, sum hann kallaði tað, í Norðoya Tjóðveldisfelag í gjárkvøldið at velja seg á listan.
Og hann hevði enntá viðfest eitt filmsklipp, hann hevði lagt á Youtube, har hann, sitandi í bili, heitur á fólk um at fara á fund.
Í teldubrævinum ger hann greitt, at tað eru fiskivinnan og fullveldi, sum altíð hava verið hansara hjartamál.
Tey sum kenna meg, vita at fiskivinnan og fullveldi eru míni hjartamál.
- Tey kunnu líta á, at eg av øllum alvi fari at arbeiða fyri landi og fólki, leggur hann afturat.
Ósamdur
Men kanska er tað nettupp fiskivinnupolitikkurin, sum beindi fyri Heina O. Heinesen, tí tað er ongin loyna, at hann hevur ikki verið samdur við flokkin annars um framtíðar fiskivinnupolitikkin.
Tað kom serliga til sjóndar í CHE samgonguni, tá ið Heini O. Heinesen ikki vildi stuðla fiskivinnupolitikkinum hjá restini av Tjóðveldisflokkinum.
Tá gjørdi flokkurin greitt, at í fiskivinnumálum taldu tey ikki longur Heina O. Heinesen við, tá ið atkvøðurnar hjá flokkinum skuldu teljast saman.
Flokkurin kunngjørdi somuleiðis, at kundi Tjóðveldi ikki standa saman í einum so týðandi aðalmáli sum fiskivinnupolitikkinum, kundi flokkurin heldur ikki meta seg sjálvan at vera stjórnarberandi longur.
Skifta flokk?
Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Heina O. Heinesen. Men nú er greitt, at hann verður ikki aftur at síggja á Føroya Løgtingi uttan so, at okkurt annað øki í landinum vil hava hann á listan.
Tað ber væl til, nú alt landið er eitt valdømi og tað vóru meiri enn eitt dømi um tað á seinasta løgtingsvali.
Men so hevur hann sjálvandi eisini møguleika at skifta flokk, men tá kann bara ein annar flokkur koma upp á tal og tað er Framsókn hjá Poul Mikkelsen, sum eisini hevur fullveldi á skránni.
Men um fiskivinnupolitikkurin hjá Heina O. Heinesen og Framsókn kunnu samansjóðast, er ein annar spurningur.
Hinvegin hevði tað uttan iva stolið fitt av atkvøðum frá Tjóðveldinum.
Men Heini O. Heinesen hevur altíð lagt dent á, at hann er tjóðveldismaður út í odd og egg og hann fer onki at gera, sum hann kann skaða Tjóðveldi.
Og so er tað sjálvandi eisini ein spurningur um Framsókn vil hava Heina O. Heinesen á listan....
Tey, sum vilja síggja og hoyra Heina O. Heinesen á Youtube, kunnu fara inn á hesa leinkjuna: www.youtube.com/watch
Síðani 1978
Heini O. Heinesen er rættiliga gamal í garði í Tjóðveldi og hann hevur verið uppstillaður á hvørjum vali síðani 1978, bæði á fólkatingsvali og á løgtingsvali
Hann varð fyrstu ferð valdur á Løgting í 1984 og sat líka til 2004, tá ið Karsten Hansen varð valdur á ting.
Heini O. Heinesen varð afturvaldur á valinum í 2008.
Í Tjóðveldinum hevur hann havt nógv álitisstørv. Hann hevur verið formaður í Vinnunevndini og hann var eisini formaður floksins frá 1994 til 2002. Hann hevur somuleiðis umboða flokkin í fleiri nevndum, eisini sum formaður.
Hann er nú 72 ára gamalur og heldur framvegis, at hann hevur nakað at bjóða í politikki og í Tjóðveldi.
Hann er annars húsasmiðjur, men hevur eisini verið sjómaður og vegformaður hjá Landsverki.
Annars hevur hamm verð bygdaráðslimur í Kunoy síðani 1962 til 1970 og hann hevur verið bygdaráðsformaður síðani 1977.